Trump fær lívlínu eftir milliónarevsing fyri svik

Eftir at Trump varð dømdur fyri at hava uppblást virði, hevur hann stríðst við at útvecga pengar. Nú fær hann hjálp.

Trump hevur fleiri ferðir sagt, at hann einki galið gjørdi í málinum um uppblást virði. - Foto: Mary Altaffer/Reuters

Fyrrverandi amerikanski forseti, Donald Trump, hevur fingið útsett kravið um 454 milliónir dollarar í einum máli um svik og skal nú seta eitt veð upp á175 milliónir dollarar innan tíggju dagar.

Tað ger ein kærudómstólur í New York greitt í dag sambært CNN.

Upphæddin svarar til umleið 1,2 milliardir krónur.

Avgerðin í dag gevur Trump meira tíð til at finna neyðugu pengarnar og lækkar upphæddina, sum hann skal seta sum veð munandi.

Júst í dag var evstamarkið, sum løgmálaráðfrúan í New York, Lettia James, hevði sett, áðrenn hon fór at krevja tær yvir 450 milliónir dollararnar, sum Trump varð dømdur at rinda.

Tað skuldi Turmp, eftir at hann í februar í einum sivilum málið varð dømdur at hava uppblást virði av familjuvirki sínum, Trump Organization.

Sambært dóminum gjørdi hann tað fyri at fáa betri lánimøguleikar.

Trump – komandi republikanska forsetavalevni – hevur fleiri ferðir  mótmælt dóminum og støddini á revsingini.

Fyrrverandi forsetin hevði stórar trupulleikar við at útvega tær yvir 450 milliónir dollararnar, sum haldi kundi verið lagt á, um hann ikki kom við pengunum.

Tað hevur millum annað verið talan um, at hald kundið verið lagt á háhús ella aðrar ognir.

Trump sigur á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at hann nú fer at gera eftir avgerðini frá kærudómstólinum.

Hann sigur, at hann fer at seta ta minnu upphædina í veð, virðispappír ella reiðan pening.

– Eg gjørdi einki skeivt, staðfestir fyrrverandi forsetin millum annað á uppslagnum á Truth Social.

Sjálvt um gongdin í dag verður mett sum ein sigur hjá Trump, kann tað verða, at hann verður noyddur at seta alla upphæddina í veð, um hann tapir kærumálið.

Trump stendur fyri tilsamans fýra revsimálum.

Eitt mál um bókføring av sonevdu tys-tys-pengum til eina pornosjóleikarar er ett til at byrja 15. apríl. Tað hevur ein dómstólur í New York gjørt av í dag.

/ritzau/

 

Trump hevur fleiri ferðir sagt, at hann einki galið gjørdi í málinum um uppblást virði. - Foto: Mary Altaffer/Reuters