Trump er ikki longur millum 400 ríkastu í USA

Fyri fyrstu ferð í 25 ár er Donald Trump ikki longur á Forbes-listanum yvir tey 400 ríkastu í USA.

Donald Trump, fyrrverandi forseti í USA, er ikki longur millum tey 400 ríkastu í landinum, men hann er als ikki ein fátækur maður fyri tað. - Foto: Zz/Dennis Van Tine/Star Max/Ipx/Ritzau Scanpix

Tað er síðani 2019 gingið afturá hjá Donald Trump á listanum hjá blaðnum Forbes yvir tey 400 ríkiastu í Amerika.

 

Í 2019 lá hann nummar 275. Í 2020 var hann rokin aftur á nummar 339.

 

Nú hevur Forbes almannakunngjørt listan fyri 2021, og nú er fyrrverandi forsetin rokin út av listanum, har Jeff Bezos, fyrrverandi stjórin á Amazon, liggur á odda.

 

Tað er fyrstu ferð í 25 ár, at ríkmaðurin Donald Trump, sum eitt nú vinnur pengar upp á fastogn og gistingarhúsm tá hann ikki er forseti, ikki er á listanum.

 

Tað merkir ikki, at hann nærkast fátækramarkinum. Sambært Forbes er hann verdur 2,5 milliardir dollarar. Tað er 16 milliardir krónur.

 

Forbes skrivar, at Trump misti eina milliard dollarar, yvir ein triðing av ogn síni, tá hann frá 2017 til januar í ár var forseti.

 

600 milliónir dollarar av tapinum hvurvu undir koronufarsóttini.

 

Tað er partvís tí, at ogn hansara stendur í hotellum, sum hava havt tað trupult undir farsóttini, og í fastari ogn.

 

Um hann hevði havt spjatt íløgurnar meira, eitt nú í einum grunni, sum dekkaði partabrævaindeksið S & P á Wall Street, hevði ogn hansara verið nógv meira verd í dag, skrivar blaðið.

 

Ognin hjá Jeff Bezos er sambært Forbes 201 milliardir dollarar.

 

Nummar tvey á listanum er Elon Musk við 190,5 milliardum dollarum, og nummar trý er Mark Zuckerberg við 134,5 milliardum dollarum.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Donald Trump, fyrrverandi forseti í USA, er ikki longur millum tey 400 ríkastu í landinum, men hann er als ikki ein fátækur maður fyri tað. - Foto: Zz/Dennis Van Tine/Star Max/Ipx/Ritzau Scanpix