Bert eitt hálvt samdøgur áðrenn hann gevst sum forseti, eirir Donald Trump 73 persónum, sum eru dømdir fyri brotsverk.
Harumframt setir hann niður revsingina hjá 70 øðrum.
Tað upplýsa Hvítu Húsini í eini fráboðan í morgun.
Ein teirra, sum eru eirdur, er fyrrverandi ráðgevin hjá Donald Trump, Steve Bannon. Hann er saman við trimum øðrum ákærdur fyri at svikað fólk, sum hava latið pengar til ein privatan múr eftir amerikanska markinum móti Mexico.
Ráðgevarar í Hvítu Húsunum høvdu annars mælt Trump frá at náða Bannon. Men Trump og Bannon eru fyri kortum vorðnir vinir aftur, tá Trump royndi at stuðla óroyndu pástandum hansara um valsvik.
Tað er sigur, at amerikanski forsetin nýtir rætt sín at eira og stytta revsingar fyri borgarar í endanum á forsetaskeiðnum.
Bannon er tann seinasti í røðini av høgum politiskum sameindum, sum Trump hevur náðað.
Stutt fyri jól náðaði Trump fyrrverandi kampanjustjóra sínum, Paul Manafort, fyrrverandi ráðgeva sínum Roger Stone, fyrrverandi tjóðaskaparliga trygdarráðgeva sínum Michael Flynn og fyrrverandi ráðgeva sínum Gorege Papadupoulos.
Teir fýra høvdu týðandi leiklutir í Russland-kanningini, sum kannaði russiska uppíblanding í forsetavalið í 2016.
##med2##
Eisini rapparin Lil Wayne er í morgun eirdur av Trump, meðan rapparin Kodak Black hevur fingið revsininga niðursetta, upplýsa Hvítu Húsini. Teir vórðu báðir rættarfylgdir fyri at hava brotið amerikonsku vápnalógina.
Trump hevur somulieðis náðað fyrrverandi kongressliminum Robin Hayes, sum varð dømdur eitt ára fongsul fyri at hava givið falska fráboðan í einum muturmáli.
Fleiri miðlar hava spekulerað i, um Trump fór at náða seg sjálvan og familju sína. Tað ger hann ikki, upplýsir Trump-umsitinigin í morgun.
Trump hevur enn ikki hvørki viðgingið tapið ella ynskt Biden tillukku við valsigrinum. Hann hevur heldur ikki boðið Biden í tey Hvítu Húsini, sum siður annars er.
/ritzau/Reuters