Trump blandar seg í franska valstríðið

Amerikanski forsetin hevur heldur óvæntað sagt sína hugsan um valevnini í fyrsta umfarinum í franska forsetavalinum.


Hóast tað er óvanligt, at stjórnarleiðarar blanda seg í valstríðið í øðrum londum, so hevur amerikanski forsetin í samrøðu við tíðindastovuna AP sagt, at hann væntar at fraklendingar fara at atkvøða fyri tí persóninum, ið ger mest fyri at stríðast móti yvirgangi. Og sambært honum er tað Marine Le Pen, leiðarin fyri høgravenda tjóðskaparflokkin Front Natitonal.


- Hon er sterkast, tá tað snýr seg um landamørk, og hon er sterkast, tá tað snýr seg um tað, ið hendir í Fraklandi. Tað valevnið, ið er sterkast móti radikalum islamskum yvirgangi, og tað valevnið, ið er sterkast í spurninginum um landamørk, fer at klára seg væl í valinum, sigur Donald Trump í samrøðuni.


Hóast viðmerkingin tykist at vera ein beinleiðis stuðul til franska forsetavalevnið, so leggur Donald Trump dent á, at viðmerkingin ikki skal skiljast sum stuðul til franska forsetavalevnið.


- Øll royna at gita hvør vinnur. Eg eri ikki øðrvísi enn tú, sigur Donald Trump.