Trummuspælarin í Twisted Sister, AJ Pero, er deyður. Hann gjørdist 55 ára gamal.
Anthony Jude Pero gjørdist trummuspælari í Twisted Sister í 1982 og var við í bólkinum, tá ið teir fingu stóra gjøgnumbrotið í 1984. Hann hevur síðani sitið handan trummurnar, tá ið bólkurin hevur verið á palli.
AJ Pero var eisini við Twisted Sister, tá ið bólkurin vitjaði í Føroyum í fjørsummar. Twisted Sister spældi á Summar Festivalinum, og tónleikararnir hildu frí í Føroyum í nakrar dagar áðrenn framførsluna.
Heimasíðan hjá Twisted Sister skrivar í dag, at AJ Pero er farin. Einki verður sagt um orsøkin til, at hann er deyður.