Trummuleikarin W.S.”Fluke” Holland doyði í gjár, 85 ára gamal.
Hann spældi á klassisku innspælingini av Blue Suede Shoes hjá Carl Perkins í 1955.
Árið eftir spældi hann á legendarisku innspælingini við Million Dollar Quartet við Elvis Presley, Jerry Lee Lewis, Carl Perkins og Johnny Cash. Hann spældi síðani við Johnny Cash í fleiri áratíggju.
Hann legði grundina, “beatið”, undir nøkur av kendastu løgunum hjá Johnny Cash, t.d. I Walk The Line og fangahús innspælingarnar At Folsom Prison og At San Quentin.
Sum árini gingu spældi hann eisini við Bob Dylan, Willie Nelson og Roy Orbison.
Í 2028 fekk W.S. “Fluke” Holland lívslangan heiður við Tennessee Music Award.