Trúgvar í tænastu fyri Tofta skúla

Nú tær gevast, hava Jóhanna og Hervør verið lærarar við Tofta skúla í ávikavist 44 og 34 ár.

Mikudagin var hátíðarlig fráfaringarløta fyri Jóhonnu Petersen og Hervør Gaard, lærarum við Tofta skúla, nú tær gevast sum lærarar eftir ávikavist 44 og 34 ár í skúlanum.

 

Tað var Tofta skúli, sum skipaði fyri fráfaringarløtuni. Skúlastjórin, Marita Dalsgaard, helt røðu, næmingar sungu og hildu røður, gávur vórðu handaðar frá skúlanum og starvsfeløgum, umframt at felagssangur varð sungin.

 

Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen og Annfríð Neslíð, forkvinna í skúlastýrinum, hildu eisini røður og handaðu fráfarandi lærarunum hvør sína gávu.

 

Tað er Nes kommuna, sum ber hesi tíðindi.

 

Fleiri myndir av hátíðarligu fráfaringarløtuni eru at síggja á www.nes.fo og á www.toftaskuli.fo, har eisini kann lesast meira um hesa løtu í skúlanum mikudagin.