– Trúgv, bundin, fyri kongaríkið Danmark

ODDAGREIN: Soleiðis ljóða loys­an­ar­orðni hjá Fríðriki kongi X.

 

Kongaríkið Danmark hevur aftur fingið kong. Tað hendi sunnudagin, tá Margreta drot­n­­ing skrivaði undir fráboðanina um, at hon leggur frá sum Danmarkar drotn­ing. Nak­­­að, sum ikki er hent í 878 ár,  síðani Erik Lam kongur legði frá sær í árinum 1146.

Danir eru ógvuliga fegnir um kongs­hús­­ið og um nýggja kongin. Tað eru før­oy­ing­ar eis­ini, sambært kanningini, sum Sos­i­al­ur­in kunngjørdi í síðstu viku, sum vísti, at 70 prosent av føroyingum síggja Fríð­rik kong sum sín kong.

Hóast Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Dan­mark og Grøn­land, og hó­ast Før­oy­ar eru partur av kongaríkinum Dan­mark, so hev­ur kongs­húsið ikki sama týdn­ing sum í Danmark. Tí í Danmark er kong­ur partur av politisku skipani. Danska stjórnin hevur javnan fundir við mon­ark­in, sum nú er Fríðrikur X kongur. Tá hann hitti stjórnina verður tað kallað Stats­ráð, har kongur hevur leiðsluna, ikki for­sæt­is­ráð­frú­an.

 

##med2##

Sambært grundlógini skulu allar lógir og týdn­ing­ar­mikl­ar stjórn­ar­av­gerð­ir við­ger­ast í Statsráðnum.

Tað merkir í royndum, at øll lóg­ar­upp­skot hjá stjórnini og allar sam­tykt­ir hjá stjórn­ini skulu leggj­ast fyri Stats­­ráð­ið, áðr­enn tey verða løgd fram í Fólka­tingi­num.  Tað merk­ir eisini, at øll lógaruppskot, sum eru sam­tykt í Fólkatinginum, skulu leggj­ast fyri Statsráðið, har kongur og ráð­harr­in ella ráð­frú­an á økinum skriva und­­ir. 

Í Føroyum hevur kongur ongan slík­an leik­lut. Hann er als ikki partur av pol­it­isku skip­an­ini í Føroyum. Í so máta eru Før­oyar at meta sum ein republik ella lýð­veldi, tí í Før­oyum er tað løgmaður, sum hevur tann mynd­ug­leika, sum kong­ur hev­ur í Dan­mark. So­leiðis hevur tað verið líka síðani heima­stýr­is­lóg­in varð sett í gildi í 1948. Av onkr­ari ørsøk hava teir, ið samtyktu heima­stýr­is­lógina, valt at hava kong utt­an fyri ta før­oysku stjórn­ar­skip­an­ina og hava har­við valt seinastu leivdina av eina­veldinum frá. Kongur og kongshúsið hava so fyri Føroyar bara ein umboðandi týdn­ing og als ongan týdning ella leiklut í pol­it­isku skipanini.

Men føroyingar eru – sambært nevndu kanning, kortini glaðir fyri kong. 

 

Oddagrein í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á www.sos.fo