Truckerfestivalurin byrjar í morgin

Leygardagin 30. august byrjar Truckerfestivalurin, sum fyri fyrstu ferð verður hildin í Klaksvík. Lastbilarnir koyra í konvoy til Klaksvíkar, og vera har kl. 14. Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, setur festivalin kl. 15, og eftir tað verða ymisk tiltøk á skránni. Bilboksing verður á sandinum kl. 16, og kl. 17 klippur Klaksvíkar Sløkkilið ein lastbil. Kassastápling verður á festivaløkinum kl.18, og kl. 19 verður steypahandan.

Sunnudagin vera eisini ymisk tiltøk á skránni sum td. Go-cart koyring, og kl. 15 kemur Trøllapætur á vitjan.

Kl. 17.30 endar festivalurin við at bilarnir koyra av festivaløkinum og fara ein framsýningartúr út á Bumshamar og eftir ringvegnum á veg til hús.