Troyttir traðarmenn

Nevndin í Traðarmannafelagnum í Havn ætlar sær frá á aðalfundi í annaðkvøld, fyri at lata yngri kreftir sleppa at royna seg.

Tá aðalfundur verður í Traðarmannafelagnum í Havn í annaðkvøld, hevur verandi nevnd vónir um, at tað fer at bera til at velja fimm nýggjar nevndarlimir.

 

- Nýggja nevndin, ið vónandi verður vald, kemur til skorin klæði, tí felagið er væl fyri og fleiri nýggjar leigutrøðir eru á veg, sigur formaðurin í Traðarmannafelagnum, Jørleif Kúrberg.

 

Hann staðfestir, at tíðin er komin, at yngri fólk koma framat, og tað skal ætlandi henda á aðalfundinum, sum verður í Havnardali í annaðkvøld klokkan 19.

 

Hoyr samrøðu við Jørleif við at trýsta á pílin undir myndini.