Troyttir av útvarpshøllini

Tinglimir eru farnir at troyttast av at halda tingfundir í útvarpshøllini. Teir meta karmarnar vera ov stórar

Útvarpshøllin er sambært fleiri tinglimum, Sosialurin hevur tosað við, ov stór til tingfundir.

Av tí, at karmarnir so stórir, dovnar orðaskiftið burtur í einki, halda fleiri ting- og landsstýrismenn.

Orðaskiftið um fíggjarlógaruppskotið fyri 2001, sum hol varð sett á týsdagin, hevur verið ógvuliga tamt. Hetta halda tinglimir vera orsakað av, at útvarpshøllin er so mikið stór, at ikki ber til hjá løgtinginum at fáa í lag eitt orðaskifti, sum er eins intimt, sum orðaskiftini í tinghúsinum plaga at vera.

Tá løgtingið 19. septmeber helt fyrsta tingfundin í útvarpshøllini, vóru fleiri tinglimir, ið mettu útvarpshøllina vera nógv betur egnaða til tingfundir, enn vanligi tingsalurin. Sjálvur løgtingsformaðurin var ein teirra, ið tók undir við hesum sjónarmiðið.

Men nú eru tinglimir farnir at ótolnast eftir at sleppa aftur í heimliga tingsalin. Hetta sleppa teir eisini um ikki so langa tíð, tí handverkararnir, sum eru í ferð við at skifta klædning, vindeygu og tak á løgtingshúsinum eru um at verða lidnir.