Ótroyttiligur marathonmeistari í eftirrationalisering

Danmark hevur fingi? ta undarligu lagnu at vera eitt satt feitilendi hjá føroyskum loysingarmonnum. Vit hava havt ørgrynni av samanbitnum føroyskum partisanum, sum hava søkt sær skjól og trygd í tí brosandi danska idyllinum, me?an teir mi?víst hava strítt fyri føroyskari loysing frá sonevndari danskari kúging

Ein av okkara mest aktivu og stálsettu donsku loysingarmonnum er fyrrverandi grannsko?ari og løgma?ur, harra Jógvan Sundstein. Hann situr nú kúrrur vi? tann vakra Isefjør?in í Holbæk og berjist manniliga fyri føroyskari loysing, alt me?an hann afturvi? roynir at revidera sína egnu politisku fortíd! Hetta er hansara demokratiski rættur, men ta? er kortini ótrúligt, at hann troystar sær!

Tann mytan, sum ábyrgdarleysir og óvitandi fjølmi?ladreingir saman vi? føroyskum poltiskum fantastum royndu at skapa um danska konspiratión móti føroyskum pengastovnum í 90´unum var? effektivt punktera? m.a. av Rikard Mikkelsen, Astrup og fleiri í síni tí?, men kortini roynir J.S. nú einafer? enn (í Sosialinum 5/1-2009), uttan nakra dokumentatión at válka sær í núverandi fíggjarkreppu vi? at postulera, at ”Færø-gruppen” vi? vilja skuldi hava roynt at forkomi? Sjóvinnubankanum í 1992!

 

Tann treiska lygnin

Hetta er loddrøtt lygn! Sundstein kann ikki vi? einum komma prógva sítt postulat. Sjálvt tann skelka?i Birgir Danielsen mátti erkenna, at Sjóvinnubankin var eitt totalt og vónleyst trotabúgv í 1992, og hann handladi eisini hareftir, men nú roynir J.S. aftur at blása lív í mytuna um, at ”illavor?nir” danskarar skuldu noy?a Sjóvinnubankan til fallit! Hetta er konspiratoriskt tvætl og hartil ein álvarsom kriminell ákæra móti fleiri danskarum, sum enn eru á lívi! Nei Sundstein, Sjóvinnubanka-fallitti? skuldi ikki framprovokerast; ta? kom heilt av sær sjálvum, av tí, at bankin hvørki hev? likviditet ella solvens!

Men fyrrverandi politikarar, sum fortvivla?ir royna at bjarga sær eitt betri eftirmæli blíva ofta vi? at trútta og træta, og hetta hevur veri? lagi? hjá Jógvani Sundstein líka sí?ani ta famøsu bankakreppuna í 90´unum.

Hann hevur bæ?i í bók og blø?um roynt at bagatellisera, sminka og káva útyvir sín politiska passivitet og sítt finansiella talentloysi. Men hvørki hansara mongu greinir, hansara fyrilestrar í Danmark ella hansara politiserandi slagsí?u-bók hava enn dokumentera? nakran av hansara sjáldsomu pástandum, og tí má hansara journalistiski aktivitetur, nú hann er rýmdur til Danmarkar mest roknast sum desperat søgulig eftirrationalisering og persónlig terapi.

Men ta? klæ?ir honum illa at sita í sínum lýggja danska otium og kasta runubløk eftir Danmark. Men hann skal kortini vera vælkomin her, og vit donsku skattaborgarar, sum hýsa honum, hava ikki heilt sørt av nostalgiskari samkenslu vi? honum.