Troyttar og glaðar gongugentur

Á ferð: Vinkonurnar Marita Foldbo Holm og Salvør Trúgvadóttir Kalsoy eru útkoyrdar eftir at hava gingið heilt úr Sumba til Fugloyar. Tað hevði ikki verið gott, høvdu vit ikki verið í føroyskum hosum, siga tær

Mikukvøldið fyri viku síðan fóru tvær ungar gentur til Suðuroyar við Smyrli. 18 ára gamla Marita Foldbo Holm og 17 ára vinkona hennara Salvør Trúgvadóttir Kalsoy koyrdu av Drelnesi suður til Sumbiar, haðani teirra langa ferð skuldi byrja. Ein triðja var eisini við, men hon noyddist at gevast, tá ið nakrir dagar vóru farnir, tí hon fekk ilt í beinið.
Tá ið tær í fjør gingu í 10. flokki í Felgsskúlanum á Oyrarbakka, fingu tær hugskotið at ganga úr sunnastu bygd í landinum og so langt norður og eystur, sum tær sluppu.
Í fjør lá ikki fyri at gera hesa ferðina, tí tá róði ein teirra kapp.
Men í ár skuldi tað so vera.
- Tá ið vit komu til Sumbiar, fingu vit onkran at hjálpa okkum við at finna eitt stað, har vit kundu seta tjaldið upp, sigur Salvør.
Tað kvøldið fingu tær sær ein góðan blund, og morgunin eftir fóru tær til gongu.
- Tað var ógvuliga ringt veður, og øll kløðini vóru ígjøgnum.
Tær gingu allan túrin eftir vegnum, og av tí at alt var so vátt, gistu tær hósnáttina hjá ommu eina av gentunum. Har fingu tær eisini turkað øll klæðini.
Fríggjadagin fóru tær norður við Smyrli og gingu niðan á Oyggjarvegin. Tjaldið settu tær upp nærindis Hotel Føroyum.

Veðrið bilti ikki
Leygardagin gingu tær norður eftir Oyggjarvegnum og komu til Leynavatn, har tær settu tjaldið upp.
Tá var nakað av vindi, men tær siga, at tað bilti kortini ikki.
Sunnudagin ætlaðu tær at ganga upp um fjøllini, men tær valdu at halda seg til vegin, tí tað var mjørki og toka.
Tað kvøldið reistu tær báðar tjaldið við Norðskálatunnilin, og tá mánakvøldið kom, vóru tær í Leirvík. Henda dagin fylgdu tær ikki vegnum, men fóru upp um Trælavatnsskarð yvir á Kambsdal og haðani til Leirvíkar, har tær sluppu at turka klæðini.
Týsmorgunin gingu tær gjøgnum Norðoyatunnilin til Klaksvíkar.
Byrðan hja teimum var tung, serliga eftir, at tann triðja vinkonan legðist fyri, og tí valdu tær at sleppa sær av við ein part av klæðunum, tær høvdu við sær. Kortini høvdu tær báðar 12 kilo hvør av viðføri á rygginum.
Í viðførinum var eisini ein sprittkøkur, og tá tær vóru svangar, steðgaðu tær á, kókaðu skrúvur, stoktu pyslur og grillaðu. Breyð og viðskera keyptu tær sær.

Eymir leggir
Tá ið tær trongdu til eitt skol, vaskaðu tær sær í áum.
Tað er hart fyri beinini at ganga so langar teinir eftir asfalti.
- Jú, beinini eru eym. Eg hevði logið, um eg ikki viðgekk tað, sigur Salvør.
Marita og Salvør eru væl nøgdar við túrin.
- Vit eru fegnar um, at vit gjørdu henda túrin, tí túrurin segði okkum eisini, hvar vit megna.
Tær lata væl at blíðskapinum, sum tær møttu allastaðni. Í fleiri bygdum fingu tær ein drekkamunn og prátaðu við fólk. Á sjálvari ferðini møttu tær bara bilum, men á Oyggjarvegnum møttu tær einum útlendskum ferðamanni, sum tær heilsaðu uppá.
Teir fyrstu dagarnar prátaðu tær dúgliga saman, aðrar dagar vóru tær meira tigandi, men tøgnin nívdi tó ikki. Onkuntíð var lagið minni gott, tí tær vóru móðar og kanska eisini eitt sindur móðar av hvør aðrari.

Eyðkendar á vegnum
Foreldrini hava javnan frætt frá fólki, sum hava fingið eyga á tær á ferðini.
- Onkur hevur sagt, at vit líktust tveimum gomlum monnum frá 19. Øld, tí vit gingu við fjalsstavi, sigur Salvør.
Pápi Maritu er gamal skóti, og hann átti mangt og hvat, sum tær høvdu gleði at hava við sær á ferðini. Til dømis vóru fjalsstavirnir hansara.
- Stavarnir eru lættir og ótrúliga góðir at hava við.
Týskvøldið fóru tær við bátinum til Svínoyar, har tær fyri seinastu ferð á ferðini settu tjaldið upp.
Áðrenn tær fóru at leggja seg, grillaðu tær súr búffar í øllum regninum.
- Vit svóvu væl, tí vit vóru so móðar, sigur Marita.
Í morgun vóru tær tíðliga á fótum, pakkaðu niður og so við bátinum til Fugoyar.
Har skuldu tær bara steðga, til báturin kom aftur seinnapartin, og so aftur heim í Sundalagið.
- Hetta hevur verið stuttligt, men nú eru vit veruliga móðar og gleða okkum til at koma heimaftur, siga Marita og Salvør.