Fótbóltur
Tað gekk ikki, tá ið U-19 unglingarnir í gjár spældu ímóti talentliðnum hjá superligufelagnum AGF. Úrslitið var 1-0 tap. Málið varð skorað í 49. minutti, og tað var óheppið. Eftir innlegg úr høgru snittaði bólturin ein av føroysku verjuspælarunum, sum ikki var kroystur, og harvið varð málverjin, Hans Jørgensen, snýttur.
Talan var um tætta uppgerð, og sambært annan av føroysku venjarunum, Abraham Løkin, vóru føroyingarnir ikki aftanfyri mótstøðumenninar í førleikunum, sum skulu til.
Føroyska liðið hevði møguleikar, og føroyingarnir á og kring vøllin – millum teirra a-landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen – skiltu ikki, at dómarin ikki bríkslaði, tá ið ein av mótstøðumonnunum í brotsteiginum vardi fyri skoti við báðum hondum.
Kappingin í Lyngby tænir sum fyrireiking og úttøkukapping til EM undankappingina, sum Føroyar í oktober verður partur av í Bulgaria. Tá verður avbjóðingin ivaleysa stór, tí mótstøðulondini umframt Bulgaria verða Danmark og Turkaland. Leikdagarnir verða 10., 12. og 15. oktober.
- Eitt nú fáa vit her niðri staðfest, hvussu venjingarstøðan er. Hetta fara vit at kunna venjararnar í feløgunum um. Sum heild kunnu vit ikki siga annað, enn at hugburðurin er góður, og tað sást aftur ímóti AGF, hóast spælararnir vóru troyttir. Teir høvdu spælt dagin fyri, meðan AGF hevði havt frí týsdagin, sigur annar av venjarunum Abraham Løkin.
Seinnapartin í morgin skal føroyska liðið spæla ímóti B93, og fyrrapartin leygardagin skulu teir spæla ímóti Lyngby. Ætlanin er, at teir, sum ikki hava verið so nógv á vøllinum í fyrstu dystunum, skulu fáa meiri spælitíð næstu dagarnar.
Føroyska liðið ímóti AGF: Hans Jørgensen, Skála - John Hammer, KÍ, Rógvi Holm, liðformaður, AB, Torkil Kollsker, HB, Erling Jacobsen, GÍ - Rógvi Poulsen, AB, Oddmar Færø, B36 (Jóhan Ellingsgaard, B36, 46.), Heri Nesá, ÍF (Álvur F. Christiansen, KÍ, 63.), Pól Jóhannes Justinussen, GÍ - Jann Martin Mortensen, NSÍ (André Olsen, B68, 46.) - Øssur Dalbúð, NSÍ (Klæmint A. Olsen, NSÍ, 70.).
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nielsen, B71, Páll Klettskarð, KÍ og Petur á Roykheyggi, NSÍ.
Venjarar eru Abraham Løkin og Albert Ellefsen.