Trot á verkfrøðingum í Europa

Europeiski ídnaðurin rópar nú varskó, tí ovurstórt trot er á skikkaðari arbeiðsmegi. Ovastu leiðarar í fleiri av størstu europeisku ídnaðarfyritøkunum stúra fyri, at trot verður serliga á verkfrøðingum tey næstu árini.

Stóra arbeiðsloysið millum tey ungu, alsamt eldri borgarar og skeivleikar í útbúgvingarskipanunum í Europa teljast millum størstu orsøkirnar til, at ídnaðurin ikki hevur tað fólk til taks, hann hevur brúk fyri.

Vinnulívsleiðararnir bera serliga bangheit fyri, at hetta kann fara at ganga út yvir kappingarførið hjá Europa, skrivar Financial Times.