Trot á hondverkarum og teknikarum í Noregi

Norskum fyritøkum fer at tørva handverkarar og teknikarar komandi fimm árini

Norska arbeiðsgevarafelagið, NHO, hevur fjórða árið á rað gjørt eina kanning millum limafyritøkurnar av, hvørjar førleikar hesar fara at hava tørv á komandi árini.

 

 

Seks av tíggju fyritøkum hava ein meira ella minni ómettaðan starvsfólkatørv. Hetta er sjey prosentstig hægri enn í fjør.

 

 

Sambært fyritøkunum, so hava tær mist kundar ella marknaðarpartar, hava útsett ella avlýst møguligar vakstrarætlanir, og onkrar hava minkað um virksemi. Hetta veit Vinnuhúsið.

 

 

Stjórin í NHO, Kristin Skogen Lund, sigur, at hetta vísir, at tað framhaldandi er eitt mismatch millum útboð og eftirspurning av arbeiðsmegi.

 

 

Tað eru serliga tríggir fakbólkar, sum skilja seg frá hinum, og sum fyritøkurnar siga seg hava serligan tørv á komandi 5 árini. Hesir eru útlærdir handverkarar, verkfrøðingar og tøkningar, samfelags- og løgfrøðingar og onnur við fyrisitingarligum útbúgvingum.

 

 

Ein líknandi kanning er ikki gjørd í Føroyum, men tað er sannlíkt, at serliga tørvurin á handverkarum er hin sami. Hesin tørvur verður forsterkaður av, at ein serliga ógvusligur tørvur hjá norskum fyritøkum ávirkar føroyskar fyritøkur nógv, tí føroyskir handverkarar velja ofta at fara til Noregs at arbeiða, skrivar Vinnuhúsið.