Ferðavinna
Sjómansheimið er fult upptikið í summarmánaðunum. Men restina av árinum kundu væl verið fleiri gistingar. Eisini um ólavsøkumundið komandi ár er upptikið.
Stjórin á Tórshavnar Sjómansheimi, Jeffrei Johannesen, letur væl at undirtøkuni í summar, men harmast samstundis um, at sesongin er so stutt.
?Tríggir mánaðir føða einki hotel, sigur hann og vísir á, at hann væl kundi hugsað sær, at fleiri fólk búðu á Sjómansheiminum uttan fyri hásesongina.
Hann sigur tó, at tey á Sjómansheiminum eisini væl merkja, at meira ferð er á samfelagnum sum heild, enn tað hevur verið fyri bara nøkrum árum síðan.
Alt tað nógva virksemið, sum er í landinum, sæst aftur í forrætningsfólki, montørum og øðrum, sum koma uttanlands at arbeiða ymsastaðni í Føroyum. Teir skulu so búgva onkunstaðni, og tað plagar vanliga at vera á hoteeli.
Um komandi summar sigur Jeffrei Johannesen, at Tórshavnar Sjómansheim hevur ikki pláss fyri øllum, sum biðið hava um hús. Tað er sum í Betlehem undir kendu fólkateljingini, at tey verða víst frá durunum, tá tey spyrja. Eisini ferðaløgum, sum hava biðið pláss fyri bólkum, hevur Sjómansheimið verið noytt at siga frá sær í summar, sigur hann.
Ov fáir týskarar
Hann metir, at tað nú eru fruktirnar av tí marknaðarføring, føroyingar hava gjørt utanlands, sum vísa seg. Tó heldur hann, at alt ov fáir týskarar vísa seg á hotellunum í mun til ta peningarupphædd, brúkt verður upp á at marknaðarføra Føroyar í Týsklandi.
Gaman í fær Smyril Line sín part, sum eisini er gott. Men gistingarhúsini síggja lítið til teirra, tí teir flestu búgva í campingvognunum, teir koyra við.
Hinvegin eru amerikanarar farnir at vísa áhuga fyri Føroyum, sigur stjórin á Sjómansheiminum.
Hann vil ikki siga nakað vist um, hví tað er vorðin sovorðin áhugi fyri Føroyum í USA .
Grundirnar kunnu vera ymiskar, og tann høgi dollarakursurin mótvegis krónuni kann spæla inn.
Men tað kann eisini vera, heldur Jeffrei Johannesen, at amerikanarar eru farnir at leita sær eftir friðarligum ferðamálum, har teir meta seg kunna vera rímiliga tryggar.
Men stóra talið av útlendskum ferðafólki, sum býr á Sjómansheiminum, eru skandinavar. Og serliga danir eru nógvir í tali.
Tað vísir seg, at ávís ferðafeløg hava fastar túrar til Føroya, og tey biða so um pláss í góðari tíð. So longu nú eru pláss umbiðin til næsta ár, sigur Jeffrei Johannesen, stjóri á Sjómansheiminum í Havn.
Tungt at reka
Jeffrei Johannesen, sum eisini er formaður í felagnum fyri gistingarhús og matstovur, sigur, at eitt er at reka hotell í Havn, har streymurin er so nøkunlunda javnur út og inn.
Men at reka hotell í útjaðaranum er sera tungt, sigur hann.
Tað eru bara nakrir idealistar, sum fara undir slíkt við bjørtum vónum, men sum skjótt finna út av, at teir hava bundið seg so fíggjarliga, at teir sleppa ikki burtur úr tí aftur.
?Grundarlagið er stutt sagt ov lítið, sigur Jeffrei Johannesen. Tað skal líka nógv fólk til at hava eina matstovu, sum selur døgurða til 10 fólk, opna, sum at hava eina, sum selur til 60 fólk. Tímatalið til starvsfólkið verður tað sama, fólk skulu hava løn, og prísurin á tilfarinum lutfalsliga minni, størri nøgdin er.
?Tað er lítið gevandi í mun til stríðið, fólk hava av at reka gistingarhús og matstovur á smærru plássunum, sigur Jeffei Johannesen, formaður í felagnum fyri gistingarhús og matstovur í Føroyum.