??Trongligt um triðja plássið

?Tvey tey fremstu meiri enn hálvkiksaðu á heimavølli. Toppliðið HB hevði vitjan av FC Suðuroy, og tað sá leingi út til, at HB fór at vinna. Men í evstu løtu skoraði Jón Krosslá Poulsen fyri aðru ferð, og so varð 2-2. B68 hevði heimavøll ímóti Skála, og eisini har endaði tað javnt. Hóast skálamenn seinnapartin av 2. hálvleiki vóru undirmannaðir og B68 legði seg á odda, so javnaði Skála í síðstu minuttunum.
Tað er øgiliga trongligt í kappingini um bronsuplássið. Skála og FC Suðuroy hava eftir góðu javnleikirnar á útivølli 20 stig, og Víkingur og KÍ hava eftir sigrar á ávikavíst B71 á Sandi og B36 á Norðoyastevnu 19 stig. B36 er bara tvey stig frá bronsuplássinum.?Í botninum er rættuliga tætt. TB er bara tvey stig frammanfyri B71 og EB/Streym, sum eru undir strikuni. Støðan hjá EB/Streymi batnaði heilt nógv, tá ið tað eydnaðist at vinna 4-0 á heimavølli ímóti TB.?13. umfar?