Tað hevur verið óvanliga heitt nógvastaðni í Vesturevropa teir seinastu dagarnar, og tey, sum høvdu møguleikan, leitaðu sær út á strondina at svala sær á.
Í Niðurlondum vóru millum 34 og 36 stig í gjár, og á teirri væl umtóktu strondini við Zandvoort vóru so nógv fólk sum sjáldan fyrr. Zandvoort er stutt vestan fyri stórbýin Amsterdam, og sum myndin vísir, var tað ikki sørt trongligt niðri á sandinum í gjár.
Niðurlendska veðurtænastan sigur, at tað vóru 37 stig í Eli í gjár. Í Danmark var hitin oman fyri 31 stig, sum er tað mesta í tvey ár.