Trongdar bretskar barrir hava latið uppaftur

Tystir íbúgvar kundu í dag umsíður aftur njóta eina øl á barrum kring landið, tá bretsku pubbirnar lótu uppaftur fyri fyrstu ferð síðani síðst í mars.

Upplatingin er liður í ætlanini hjá stjórnini at fáa ferð aftur á samfelagið, so bretski búskapurin kann koma fyri seg aftur eftir tríggjar mánaðir við koronustongsli.

Umframt barrir kunnu eisini matstovur, biografar, søvn, bókasøvn og hárfríðkanarstovur lata uppaftur. Sama er við gistingarhúsum.

Men stóra fokusið í Bretlandi er á barrirnar, sum í fleiri hundrað ár hava havt ein týðandi leiklut í sosiala og mentanarliga lívinum í landinum.

Umframt upplatingina av barrunum heitt bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, á fólk um ikki at loypa framav.