Tróndur skoraði og legði upp til 20 mál

Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í dag

Tróndur Mikkelsen stórspældi og skoraði níggju mál, og legði upp til 11 onnur mál. Julian J. Kragesteen skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál, tá lið teirra Ryger Stavanger tapti 33-36 fyri Nordstrand á útivølli. Nordstrand var á odda 18-14 í steðginum.

 

Tróndur var uppiborið valdur at vera besti maður á vøllinum fyri góða avrikið í dag.

 

Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál, tá lið hansara, Follo tapti 27-29 fyri Sandefjord á útivølli. Í steðginum var Sandefjord á odda 16-14.

 

Ryger Stavanger og Follo hava bæði fýra stig fyri fýra teir fyrstu dystirnar í kappingini. Sandefjord er fremst í deildini við átta stigum. 

 

Komandi mikukvøld spælir Follo heimadyst móti Fyllingen. Sama kvøld hevur Ryger Stavanger heimadyst móti Viking TIF.