Fyri stuttum fylti Tróndur Patursson 70 og fyri stuttum fekk hann eisini Mentanarvirðisløn Landins.
Hetta hátíðarheldur hann við at eini framsýning, sum letur upp í Steinprenti á Skálatrøð, fríggjadagin klokkan 16. Framsýningin er opin til 19. apríl.
- Í listini hjá Tróndi Patursson savnast ein djúp vitan um heimin, um upprunan hjá øllum tilfeingi, um filosofisøguna og listasøguna og um alt ímillum himmal og jørð sigur Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, um framsýningina.
- Í hvørjum einasta verki er einastandandi vitanin hjá listamanninum til staðar og týdningarmikil, samstundis um hon er týdningarleys, leggur hon afturat.
Vitanin er neyðug hjá honum fyri yvirhøvur at kunna skapa – fyri at fata glasið, málingina, pensilin, og tað er neyðugt at fata listina, náttúruna, alheimin.
Men hon er týdningarleys, tí tað at skapa fyri hann er kroppsins verk, ein djúp, instinktiv fatan av forminum. Hon er týdningarleys, tí hon fyri hann ikki er áhugaverd at illustrera ella vísa til.
- Sum ávirkað av Hegelskum skilvísi verður tað týdningarmikla og tað týdningarleysa sameind í listini hjá Tróndi Patursson, sigur Inger Smærup Sørensen. |