Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld dyst á heimavølli í Aquarama høllini í Kristiansand í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Aftaná tvey tap á rað eydnaðist tað Tróndi og liðfeløgunum at vinna í kvøld. Kristiansand vann 31-27 á Halden. Í steðginum var Kristiansand á odda 17-16.
Tróndur skoraði tvey mál, legði upp til fimm mál og vann liðnum eitt brotskast.
Kristiansand er nummar seks í deildini við seks stigum fyri fimm dystir. Elverum og Kolstad eru fremst við 10 stigum hvør.
Tað alt avgerandi fyri Kristiansand er at vera millum átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl, og harvið hava møguleikan at spæla í endaspælinum.
Komandi sunnudag klokkan 17 spælir Kristiansand dyst á útivølli móti Nærbø.
29. september sendi Nærbø Kristiansand úr steypakappingini við einum 27-23 (14-11) sigri. So Tróndur og liðfelagarnir hava okkurt at hevna.