Tá Føroyar í gjárkvøldið legði seg á odda 1-0 móti Ungarn í Budapest, var ein øgiligur rómur á teimum føroysku leikarunum.
Tað var tað somuleiðis hjá føroyska frásøgumanninum, Tróndi Arge. Í sjónvarpinum í Ungarn hoyrdist Tróndur Arge í fyrra hálvleiki betri enn ungarski frásøgumaðurin.
Tað er sjón fyri søgn í videoklippinum omanfyri, tá Róaldur Jakobsen skorar til 1-0 fyri Føroyar.
Tróndur Arge fekk í hálvleikinum boð um at flyta pláss, av tí at hann hoyrdist ov væl í ungarska sjónvarpinum.