Útbúgvin á Teaterhøgskolen í 1992.
Síðan í starvi á Den Nationale Scene í Bergen, har hann hevur verið við í sjónleikum hjá Shakespeare, Grieg, Moliére, Wennersten og Holberg.
Afturat hesum hevur Trond Høvik medvirkað í trimum professionellum summarrevyum í Bergen, ymsum útvarpsleikum eins og hann hevur lisið upp nógvar skaldsøgur.
Eisini verið við í novellefilminum »Sara«, spælifilmunum »Eggs« og »Budbringeren« eins og ymsum stuttfilmum.
Í løtuni hevur Trond Høvik farloyvi fra´Den Nationale Scene í Bergen og arbeiðir á Det Norske Teater í Oslo.