Klokkan 18 í annaðkvøld krossa allir fótbóltsáhugaðir føroyingar fingrar fyri, at Víkingur kann skriva søgu, og gerast fyrsta føroyska felagsliðið, sum vinnur seg í triðja undanumfari í einari evropeiskari kapping.
Veddingarfyritøkurnar geva tó ikki Víkingi nógvar møguleikar, hóast leirvíkingar og gøtumenn megnaðu javnleik 0-0 ímóti Tromsø í tí fyrra dystinum á Svangaskarði á Toftum farna hósdag. Danske Spil gevur bara 1,15 í odds uppá heimasigur, Víkinga-sigur gevur heili 10,5 í odds, og javnleikur gevur 7,0 í odds. So her eru pengar at heinta, um Víkingur fær ein javnleik ella ein óvæntaðan sigur.
Í Tromsø eru menn tilvitaðir um, at teir mugu verja betur ímóti Víkingi, so teir ljósabláu úr Eysturkommunu ikki skora eitt týdningarmikið útivallarmál. Tromsø hevur tveir royndar verjuspælarar tøkar til dystin ímóti Víkingi, sum ikki vóru við til dystin í Føroyum. Talan er um teir báðar, liðskiparan Miika Koppinen og Simen Wangberg, sum hava staðið stinnir í verjuni hjá Tromsø. Í teimum 13 ligadystunum í næstbestu norsku deildini, har teir hava spælt saman í verjuni hjá Tromsø, hevur liðið bara latið inn 9 mál.
Miika Koppinen undirstrikar, at verjuspælið má bøtast í mun til fyrra dystin á Svangaskarði: - Vit mugu verja betur, enn vit gjørdu í útidystinum, tí teir (Víkingur red.) høvdu nakrar risa málmøguleikar, undirstrikar liðskiparin hjá Tromsø yvirfyri lokala blaðnum, Nordlys.
Virðingin fyri Víkingi manglar so ikki í Tromsø. Á myndini hjá Nordlys síggjast teir báðir Miika Koppinen og Simen Wangberg til høgru. Til vinstru sæst venjarin, Steinar Nilsen.
Í stuttari viðmerking til blaðið Nordlys sigur Steinar Nilsen: - Útivallarmálini hava einki at siga, um vit vinna dystin. Víkingur má gjarna skora trý mál, um bara vit skora fleiri mál enn teir, sigur Steinar Nilsen við einum smíli til Nordlys.










