Tað valdar framvegis óvissa rundanum føroyska landsliðsleikaran í Brann, Gilla Rólantsson Sørensen, hvørs sáttmáli gongur út á jólum. Í gjár skrivaði Sosialurin, at Gilli R. Sørensen er komin inn aftur í hitan í Brann, men í dag skrivar Bergens Tidende, at annað norskt felag vil hava føroyska landsliðsleikaran.
Norska felagið, ið ynskir at fáa fatur á Gilla, er Tromsø, sum farna kappingarár endaði nummar 11 í bestu norsku deildini. Sambært Bergens Tidende hevur Tromsø ætlanir um at fáa fatur á Gilla og liðfelaganum, Kasper Skaanes, men tað tykist Brann ikki vera so við uppá.
Heldur vil Brann tað, at Tromsø skal fáa fatur á hollendska Ludcinio Marengo, ið er beinleiðis kappingarneyti hjá Gilla R. Sørensen. Tað kundi tí givið ábendingar um, at ætlanir eru um, at brúka føroyska leikaran. Hósdagin verður framtíðin tó heilt greið hjá Gilla, tá liðini í bestu deildini í Noregi, skulu úttaka sínar hópar til komandi kappingarár.