Tromsø vann greiðan sigur

Tromsø BK hevði leygardagin vitjan av Oslo Volley. Gestirnir megnaðu ongantíð av álvara at leggja trýst á Tromsø, sum tó mátti geva eitt sett frá sær. Hetta skapti tó ongan tíð teir heilt stóru trupulleikarnar. Ikki minst hevði Rúni nakrar góðar servur í byrjanini av fjórða settinum, soleiðis at sigurin kundi koyrast róliga heim.