Føroyska krimisendirøðin TROM leitar nú eftir leikarum - føroyingum eins og útlendingum.
Tað boðar framleiðsluliðið frá í dag og ger greitt, at talan verður um fjølbroyttar leiklutir.
– Talan er um bæði føroyskar leiklutir, sum telja fleiri enn 30 í tali, eins og nakrar útlendskar. Leitað verður eftir fólki í øllum aldursbólkum - ungum sum gomlum, sigur framleiðslan og leggur aftrat, at tað er ikki eitt krav at hava royndir sum sjónleikari fyri at bjóða seg fram.
Upptøkurnar verða gjørdar í Føroyum í tíðarskeiðnum frá mars til juni 2021. Føroyska framleiðslufelagið Kykmyndir stendur saman við danska REinvent Studios fyri framleiðsluni av sendirøðini, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í kendu krimibókunum hjá Jógvani Isaksen, um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.
Les eisini: Trom fær nú fýra milliónir til filmsverkætlan