Troleis skal halda skil á

FM finalan verður leygardagin klokkan 15

Tað verður Alex Troleis á Toftum, sum verður 23. maður á vøllinum, tá ið B36 og KÍ leygardagin fara at spæla um FM heitið.

39 ára gamli Alex Troleis hevur verið dómari síðani 2007, og hann hevur dømt í bestu deildini síðani 2011. Higartil í ár hevur hann dømt 14 landskappingardystir í Betri deildini, ein í kappingini um løgmanssteypið og so tveir dystir í altjóða kappingum - U-21 EM undankappingardyst millum Georgia og Liktinstein og í Europa League millum Europa FC og Legia.

FSF hevur gjørt av, at finaludysturin verður klokkan 15. Fótbóltssambandið sigur, at heimaliðini gera av, nær fyrsta bríksl verður í hinum fýra dystunum.

NSÍ – ÍF: Eiler Rasmussen

Skála – EB/Streymur: Rúni Gaardbo

B36 – KÍ: Alex Troleis

AB – HB: Dagfinn Forná

TB – Víkingur: Rani A. Skaalum