Partrolararnir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum kring Føroyar, men framvegis er fiskiskapurin yvirhøvur smáligur.
Ísfiskatrolararnir koma regluliga inn at landa, og soleiðis verður eisini í vikuni, sum stundar til.
Trý pør - Polarhav, Stjørnan, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Vestmenningur og Fram - fiska gulllaks.
Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í grønlenskum sjógvi og frystir fiskin umborð. Ein fiskar blálongu og landar í Danmark. Hinir djúpvatnstrolararnir liggja.
Fríggjadagin visti Fiskamarknaður Føroya at siga, at ein trolbátur er norðan fyri og fiskar tosk og hýsu.
Hinir allir trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk, reyðsprøku, tungu, havtasku og nakað av hýsu.
- Tveir ella tríggir trolbátar koma inn at landa í morgin, veit marknaðurin at siga.