Tað hevur gingið óføra væl hjá teimum smáu trolbátunum, síðan sonevndi i-kassin læt upp vestan fyri Mykines hin 2. apríl í ár. Ein av trolbátunum, sum hevur gjørt tað rættiliga væl hesar seinastu dagarnar, er Skálafossur úr Vestmanna.
Dánjal í Skálum er reiðari, og tað er sonurin, Bjarni í Skálum, sum er skipari á flestu túrum. Hesar seinastu tíggju dagarnar hava teir nevniliga fiskað heili 186.000 pund, sum er besta veiðan hjá trolbátinum nakrantíð.
- Jú, tað hevur gingið óføra væl hesar seinastu dagarnar, og Skálafossur hevur higartil gjørt tríggjar góðar túrar í i-kassanum, sigur reiðarin, Dánjal í Skálum.
Hann vísir á, at hin fyrsti túrurin, har teir fiskaðu í einar 20 tímar, gav umleið 55.000 pund og hin næsti, har teir fiskaðu í umleið eitt samdøgur, gav 61.000 pund.
Hesin triði og seinasti túrurin higartil gjørdist tó hin besti í nøgd, tó at teir júst henda túrin drógust við ymiskar trupulleikar, har eitt nú lemmur slitnaði úr weirinum.
Reiðarin sigur, at Skálafossur hendan seinasta túrin av trimum var á fiskileið í hálvt fjórða samdøgur, og veiðan vá 70.000 pund. Teir fóru nýggjan túr aftur mikumorgunin, og enn einaferð eru teir farnir vestur í i-kassan.
- Árini 2017 og 2018 royndust eisini rímiliga væl hjá trolbátunum, men tey umleið 10 árini frammanundan vóru vánalig. Vit skulu heilt aftur til árið 2006, sum eisini royndist væl. Síðan broyttist gongdin aftur fyri umleið tveimum árum síðan.
Dánjal í Skálum sigur, at toskurin, sum Skálafossur hevur fingið í i-kassanum higartil, hevur verið væl størri enn toskurin, teir fingu í kassanum undanfarnu tvey árini.
- Vit høvdu vónir um, at i-kassin fór at roynast í ár, og tí hava eisini fimm mans – í staðin fyri fýra – verið umborð á Skálafossi hesa seinastu tíðina, sigur reiðarin í Vestmanna, sum fegnast um góðu gongdina hjá teimum smáu trolbátunum í løtuni.