Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er heldur frægari nú, men hann kundi saktans verið betri.
Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði, og skipini gera fyri tað mesta rímiliga góðar túrar. Best dámar gulllaksinum, tá veðrið er hampiliga gott, siga menn á hesari veiði.
Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir fiska svartkalva og kongafisk og landa væntandi í vikuni.
- Í dag eru tveir trolbátar til fiskiskap. Annar kemur inn at landa mánadagin, og hin kemur miðskeiðis í næstu viku. Í løtuni hava trolbátarnir, sum eru úti, smáligan fiskiskap.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir veiðina umborð, og hitt ísar. Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku. Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.











