Trolbátaeigarar orka ikki meira

Tað er ikki lætt at reka fiskiskipavinnu í hesum tíðum, og alt fleiri skipa-og bátaeigarar gevast á hendur. - Eg havi verið hjá Føroya Banka við lyklunum til bátarnar, tí her gerst ikki meira, sigur maðurin, sum eigur trolbátarnar, Vesturfarið og Niclas

Skipavinna

Seinasta árið eru fleiri skip í føroyska fiskiskipaflotanum farin av knóranum, og talan er bæði um stór og smá skip.
Menn, sum áttu trolbátar, ið høvdu loyvi at fiska á landleiðini um sumrarnar, hava eisini lagt árarnar inn.
Trolbáturin Randi, sum var heimahoyrandi á Toftum, er farin av knóranum fyrr í ár, og herfyri bar maðurin, sum eigur trolbátarnar, Vesturfarið og Niclas, eisini Føroya Banka lyklarnar til sínar bátar.
Raksturin gevur hall, menn klára nóg illa at loysa bátarnar, og lítið ella einki er til rentur og enn minni til avdrøg.
Soleiðis hevur støðan verið hjá einum parti av okkara fiskiskipaflota, síðan oljuprísirnir fyrst ruku til himmals, og tá hesir síðan gjørdust nøkulunda ”normalir” aftur, fekst alt ov lítið fyri fiskin.
Aftrat hesum kemur, at veiðan hjá skipum og bátum, sum ikki fiska upsa, hevur verið í lakara lagi yvir eina longri tíð.

Gevast á hendur
Fiskidagarnir í bólki 4T, sum bólkurin hjá trolbátum eitur, ið hava loyvi at fiska á landleiðini um sumrarnar, eru nógv skerdir, síðan vit fingu fiskidagaskipanina.
Hetta er ein bólkur, sum gjøgnum fleiri ár hevur megnað at fingið raksturin at hanga saman, og tí duga teir, sum í dag aka á knøunum og ikki fáa raksturin at hanga saman, illa at foreina seg við broyttu umstøðurnar.
Hevur tíðin uttanfyri 12 fjórðinga fiskimarkið svikið, hevur summarið, tá bátarnir eru slopnir á landleiðina at royna í nakrar mánaðir, sum oftast bjagað árinum.
Men nú sansar at hjá fleiri bátum í hesum bólki.
Trolbáturin Randi, sum var heimahoyrandi á Toftum, er farin av knóranum fyrr í ár, og um dagarnar hevur maðurin, sum eigur trolbátarnar, Vesturfarið og Niclas, eisini lagt árarnar inn.
- Eg havi givin skarvin yvir. Føroya Banki hevur fingið lyklarnar til bátarnar, sum nú liggja í Vestmanna, haðani bankin í fyrsta lagi roynir at selja bátarnar í fríari sølu, sigur hann.
Bátaeigarin vísir á, at árið í fjør serliga var merkt av høgu oljuprisunum, og tá oljuprísirnir aftur komu í eina líkinda legu, ruku fiskaprísirnir niður við umleið eini helvt av tí, teir vóru fyri 2-3 árum síðan.
- Prísirnir á flatfiski, sum vit serliga veiða á landleiðini um sumrarnar, hava verið lágir, og hetta saman við eini minkandi veiði hevur ført til, at raksturin ikki fæst at hanga saman, sigur hann.

Bankar avgera
Menn, sum eiga og reka trolbátarnar, ið plaga at fiska á landleiðini um sumrarnar, duga væl at síggja, at bátatalið í hesum bólki er ov stór í mun til fiskidagatalið, sum eftir er í bólkinum.
- Nú verða tað so bankarnir, ið fíggja hesar bátar, sum koma at gera av, hvørjir skulu sleppa at sigla, og hvørjir skulu gevast, sigur bátaeigarin.
Tað er felagið Sp/f Jónleyg, sum eigur Niclas og Vesturfarið.
Niclas hevur ikki verið til fiskiskap í longri tíð og nakrir dagar, sum trolbáturin átti, eru fluttir yvir á Vesturfarið.
Niclas eigur stívliga 40 troldagar eftir, og báturin eigur eisini umleið sama tal av línudøgum.
Vesturfarið eigur stívliga 80 troldagar.
Skulu bátar, sum koma í slíka støðu, sum Niclas og Vesturfarið eru komnir í, hava nakran møguleika at loysa aftur undir verandi eigara, er hugsandi, at bankin antin krevur pening á borðið – ella, at fastognir verða settar í veð.