Trolari fekk avsláttur

Fyri tveimum árum síðani gjørdi norska ákæruvaldið av at leggja hald á 12 mió. krónur hjá einum sponskum trolara, sum hevði fiskað ólógliga við Svalbard.

Nú hevur málið aftur verið í rættinum, og har eydnaðist tað spanska reiðarínum at fáa 1,5 mió. krónur aftur. Orsøkin er, at fiskurin vísti seg ikki at hava tað virðið, sum ákæruvaldið metti av fyrstan tíð. Spanski trolarin bleiv tikin í 2005 við 490 tonsum av svartkalva, sum hann ikki hevði givið upp.