Fiskivinna
Trolararnir fáa nógvan upsa vestanfyri, men upsin er ógvuliga smáur, helst smærri enn nakrantíð áður í nýggjari tíð.
Fiskavirking í Vestmanna førir hagtøl yvir eitt nú støddina á upsanum. Á virkinum verður hvør fiskur taldur og vigaður, og tað skuldi givið so neyv hagtøl, sum hugsast kann. Tó kann tað hugsast at hava ein ávísan týdning, hvørji skipini eru, sum landa til virkið, og hvar hesi royna.
Hagtølini prógva, at fiskurin er nógv smærri, enn hann hevur verið.
Nógv er til
Týsdagin landaði Fram í Vestmanna. Teir partrola við Vestmenningi, sum ætlandi landaði í Saltangará. Skipini, sum høvdu roynt vestanfyri, vóru fullfermd.
Í Vestmanna siga tey, at heili 87% av veiðini hjá Fram var upsi 4, ið er rættiliga smáur fiskur.
Væntandi landa Vesturbúgvin og Grønanes í dag, og teir eru eisini fullfermdir.
- So, tað er rættiliga nógvur upsi at fáa í løtuni.
Tíðarkrevjandi
og kostnaðarmikið
Fiskavirking í Vestmanna er eitt góðskingarvirki, sum burtur av virkar upsa.
- Tað tekur langa tíð og kostar nógv í arbeiðslønum at arbeiða so smáan fisk, men upsi 4 er nýtiligur, serliga tann frægasti parturin.
Í Vestmanna siga tey, at meginparturin av rávøruni, sum virkið keypir, fer til góðskingar. Tað, sum fellur uttanfyri støddirnar, sum virkið arbeiðir, fer í blokk.
Arbeitt verður støðugt við tveyskiftivakt; fyrra vaktin frá kl. 8-16 og seinna frá 16 til midnátt.