Trolararnir komnir undan taki

Skipaflotin í Vestmanna og á Toftum verður ríkaður við einum nýbygningi aftrat seinni í hesum mánaðinum.

Havn: 25. apríl verður serlig orsøk at veittra við Merkinum í Vestmanna og á Toftum.
Umframt tað, at fólk kunnu hátíðarhalda Flaggdagin, verða somuleiðis lætnir tveir trolarar til bygdirnar báðar henda sama dagin.
Tað eru smápartafeløgini Hansa Maria á Toftum og Dúgvuberg í Vestmanna, sum hava latið hesar báðar trolararnar byggja í Havn.
Skrokkarnir til báðar trolararnar vórðu sleipaðir úr Polen á Havnina í heyst, og hevur síðani verið arbeitt við at gera teir lidnar inni í stóru byggihøllini hjá Tórshavnar Skipasmiðju.
Og fríggjadagin í farnu viku vórðu teir báðir trolararnir koyrdir út úr høllini og seinni sjósettir.
Eftir ætlanini skulu teir latast báðum reiðarí?unum 25. apríl.