Fiskivinna
Fríggjadagin landaðu ísfiskatrolararnir Safir og Smaragd á Kósini í Klaksvík. Skipini høvdu umleið 180 kør í part, og soleiðis vá samlaða veiðan umleið 210.000 pund, meginparturin upsi.
Safir og Nónhamar partrola ikki vanliga, men tað gera teir, nú báðir makkararnir hjá teimum eru til ymiskar umvælingar og ábøtur.
Fjalshamar, sum vanliga partrolarar saman við Nónhamri, hevur seinastu tíðina staðið á beding í Klaksvík, har skipið eitt nú hevur fingið aksiltrekk.
Smaragd, sum partorlarar saman við Safir, hevur eisini verið úr vinnu síðan fyri jólahalguna vegna ymiskar umvælingar og broytingar, eitt nú á dekkinum.
Turt gólv
Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík var einki at gera í morgun, og tey hava heldur onga fráboðan fingið um landing teir næstu dagarnar.
- Tað einasta, vit higartil hava fingið at vita, er, at línuskipini Helena og Kvikk hava boðað frá landing mánadagin í næstu viku.
Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at útlit tískil eru til eina slaka viku hjá landarunum í Klaksvík.
- Enn er ov tíðliga at siga, um okkurt kortini verður, sum vit enn ikki vita um, men hugsandi er, at hetta verður ein lítil vika, sigur landingarformaðurin.









