Trolarar leggja seg eftir toski og hýsu

Nú prísirnir á toski og hýsu hava verið góðir í Skotlandi, hevur tað verið freistandi hjá trolarunum at lagt seg eftir hesum fiskasløgum heldur enn at fiska upsa, sum er smáur og hevur lítlan prís.

Fiskivinna
Góði prísurin á hvítum fiski í Skotlandi og smái upsin undir Føroyum, sum ikki hevur nakran serligan prís, hava elvt til, at fleiri trolarar seinastu tíðina hava lagt seg eftir at fiska tosk og hýsu ? og í minni mun upsa.
 Fleiri føroyskir trolarar hava soleiðis landað í Scrabster seinastu tíðina.
 Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vóru har niðri við toskinum og hýsuni fyrr í vikuni, og seinasta vikuskiftið vóru Polarhav og Stjørnan í Skotlandi við hvíta fiskinum.
 Aðrir trolarar hava eisini landað í Skotlandi seinastu tíðina.

Góðir prísir

Keldur, Sosialurin hevur tosað við, siga, at trolararnir hava fingið einar 25 kr. kg. netto fyri tann størsta toskin í Skotlandi. Síðan hevur stórt lop verið niður til tær næstu støddirnar; toskur 2 hevur givið 21 kr. kg., netto og toskur 3 og 4 hava ligið um 17-18 kr. kg., netto.
 Orsøkin til góða prísin á hvítum fiski í Skotlandi sigst vera, at lítil fiskur er á marknaðinum í løtuni. Skipini, sum vanliga selja á marknaðinum har niðri, hava havt smáligan fiskiskap.
 Prísurin á hýsu hevur eisini verið góður í Skotlandi, og tann størsta hýsan hevur havt besta prísin.

Smáur upsi

Tá ið trolarar leggja seg eftir at fiska tosk og hýsu, kemur minni upsi uppá land í Føroyum, og soleiðis hevur eisini verið seinastu tíðina.
 Sosialurin frættir, at upsaprísurin er uppeftirgangandi, men tað gongur seint.
 Í løtuni fáa trolararnir 5,50 fyri tann størsta upsan, 5,25 fyri upsa 2, 4,75 fyri upsa 3 og 3,25 fyri upsa 4.
 Ein stórur partur av veiðini hjá trolarunum ? eini 70-80% - er upsi 4, og tað merkir, at skipini fáa ikki nógv fyri hendan fiskin.
 Og nú prisirnir á toski og hýsu hava verið góðir í Skotlandi, hevur tað verið freistandi hjá trolarunum at lagt seg eftir hesum fiskasløgum og sigla á skotska marknaðinum við fiskinum.