Trolararnir hava fingið sera nógvan upsa í seinastuni, men teir taka ikki rognini. Ístaðin fyri innflyta vit rogn úr Noregi Allir trolararnir hava kryvjingarmaskinur, og fara rognini fyri einki. Reiðarar siga, at tað ber ikki til at kryvja við hond longur. Stór virði fara tí fyri skeyti, sigur Kringvarpið.
Niðursjóvingarvirkið Kovin í Sandavági, sum vanliga keypir føroysk rogn, flytur í dag tveir triðingar av teimum rognum inn, sum virkið hevur brúk fyri. Virkið keypir rognini úr Noregi, har skip framvegis taka rogn.
Eitt sindur av upsarognum kemur upp á land í Føroyum, men av tí at Kovin innflytur rogn og fáir keyparar eru til hesi føroysku rogn, er ongin kapping.
Av tí sama er prísurin í ár munandi lægri enn undanfarin ár. Tað er góður marknaður uttanlands fyri føroysk rogn, og útlendskir keyparar hava ilt við at skilja at føroyingar lata hesi stóru virðini fara framvið borðinum, sigur Kringvarpið.