Rokfiskiskapur
Verksmiðjutrolarin, Akraberg, loysti úr Føroyum, 14. januar, og legði leiðina uppí Barentshavið. Saman við hinum verksmiðjutrolarunum, Sundabergi, Vesturvón og Ennibergi, hevur Akraberg havt góðan fiskiskap, síðan teir komu á fiskileið.
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin hesa tíðina hevur ligið millum 15 og 20 tons í flaki um samdøgnið, og tað er rokfiskiskapur. Fiskurin, sum skipini hava fingið, hevur eisini verið góður toskur.
Lítil kvota
- Eg haldi, skipini fingu nógvan fisk har uppi, longu áðrenn Akraberg kom í Barentshavið.
Anfinn Olsen sigur, at Akraberg verður skjótt liðugur við norsku kvotuna, og tá kann hugsast, at farið verður antin í russiskan sjógv ella upp til Svalbards at royna.
Eyðun á Bergi er skipari við Akrabergi.
- Hetta er rokfiskiskapur, sigur reiðarin, Anfinn Olsen.