Trolarar bíða eftir betri veðri

Allir djúpvatnstrolararnir liggja í løtuni, og tað gera teir smáu trolbátarnir eisini.

- Fleiri partrolarapør liggja við bryggju og bíða eftir betri veðri, men, nøkur pør eru til fiskiskap. Fiskiskapurin er einki at reypa av. Skipini, sum eru úti, koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri vikuna sum kemur. Lagt verður aftrat, at allir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men helst fer onkur út aftur í næstum, sum tikið verður til.

 

Eingin av teimum smáu trolbátunum er til fiskiskap í løtuni. Teir bíða eftir betri veðurlíkindum.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og annað skipið kemur inn at landa síðst í næstu viku. Eitt garnaskip fiskar havtasku og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.