Fleiri hundrað trolaramenn í suðurspanska býnum Barbate mótmæltu í gjár, at spanskir trolarar hava fingið forboð fyri at royna í marokkonskum sjógvi. Trolaramenninir siga, at veiðibannið tekur lívsgrundarlagið undan teimum.
Marokkanska veiðibannið kom í gildi tann 14. desember, tí ES-tingið sýtti fyri at leingja fiskiveiðisáttmálan millum samveldið og Marokko. Tingið vildi vera við, at sáttmálin var ov dýrur fyri ES, at hann var skaðiligur fyri fiskastovnarnar, og at hann var ikki gagnligur fyri marokkanska fólkið.
Spanska fiskimannafelagið sigur seg vera vitandi um, at myndugleikarnir í Marokko eru til reiðar at gera sáttmála við ES um framhaldi fiskiskap. Nú vóna fiskimenninir, at ES-myndugleikarnir fara at taka av tilboðnum.