Dasnkir fiskimenn, sum royna við gørnum í Oyrasundi, eru í øðini um, at nakrir trolarar úr Norðursælandi eru farnir at fiska í einum øki, sum bara garnabátar hava loyvi at royna í.
Hans Christian Schmidt, matvørumálaráðharri, sum eisini umsitur fiskivinnumál, sigur, at tann ólógligi fiskiskapurin verður steðgaður. Hann hevur tí givið fiskiveiðieftirlitinum boð um at herða eftirlitið við fiskiskapinum í Oyrasundi og at steðga trolbátunum.
Sviar eru heldur ikki serliga fegnir um donsku trolbátarnar. Sambært einari avtalu ímillum Svøríki og Danmark kunnu skip úr báðum londunum fiska allastaðni í Oyrasundi, men trolarar hava bara loyvi at royna í einum avmarkaðum øki har norðuri í sundinum.










