Á 27 kilometra langa teininum heima á Sandi í dag vísti danski A-súkklarin, Troels Toftager Nielsen, at hann veruliga er ein serfrøðingur í einkultstarti, tá hann kom á mál ein minutt og fýra sekund framman fyri Torkil Veyhe, sum í sínum lagi var 10 sekund framman fyri Hafsteinn Ægir Geirsson.
Tíðin hjá Troels, sum var 35 minuttir og 26 sekund, er nýtt met á Sandi, og í samanløgdu støðuni hevur hann útbygt leiðsluna, so hann nú er ein minutt og 12 sekund framman fyri Torkil og ein minutt og 24 sekund framman fyri Hafsteinn.
Eitt sindur av dramatikki var í dag, tá ein av súkklarunum datt og misti nógva tíð, og tá ein annar bert var hepni og dugnaskap frá at koma illa fyri, tá ein bilur sneiddi út fyri hann. Men súkklarin fann eitt lítið hol millum tíðtakararnar á málinum, sum hann óskalaður smeyg sær ígjøgnum.
Tvey lið kappast
Hjá kvinnunum var Súsanna Skylv Sørensen enn eina ferð væl framman fyri Marin Ennistein Heinesen, og hjá veteranunum vísti Gunnlaugur Jonasson seg framvegis at vera knáur einkultstartari og var fremstur av teimum eldru.
Í liðkappingini hevði føroyska Team GTG ein góðan dag. Frá at hava verið fýra sekund aftan fyri íslendska HFR Team, er føroyska liðið nú 33 sekund frammanfyri. Og nú er greitt, at tað verður millum hesi bæði liðini veruliga kappingin fer at standa.
Fjórði kappingardagurin verður í morgin í Suðuroynni, har lagt verður til brots frá Statoilstøðini á Tvøroyri klokkan 10 og súkklað til Vágs umvegis Fámjin, Hovsegg og Sumba.