Trøllapætur og trøllaomman á Frigg

Tey víðakendu, vælumtóktu og stuttligu føroysku trøllini hava pakkað kuffertini.

Tey víðakendu, vælumtóktu og stuttligu føroysku trøllini hava pakkað 
kuffertini og eru klár at fara á Frigg festivalin, sum verður í Kongens 
Have 9. og 10. mai. 


Trøllaomman er líkaglað um hon ikki stendur í festivalskránni. Hon elskar 
at vera mitt í rokanum, har tingini henda, og tí hevur hon lokkað Trølla 
Pætur  við sær til Keypmannahavnar, har tey bæði fara at hava sín egna 
trøllabás á festivalinum.

 

Á Frigg ætlar Trøllaomman at lurta eftir tí 
besta, villasta og kulasta tónleikinum, práta við øll fólkini, sum hon 
hittir og kennir, og allarmest av øllum at heilsa uppá øll børnini og 
hugna sær.