Trølla-móttøka í Klaksvík

Móttøka og sersýning av barna- og familjufilminum ”Dýr er barnaverð” var í Atlantis í Klaksvík í dag.

 

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, og borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, saman við hópin av fólki høvdu leitað sær til Atlantis at vera við til sýningina og móttøkuna fyri hesum nýggja og spennandi filmi í Trølla Pætur-høpi.

 

Kanska var leikgongdin nakað tom, men vegna góðu myndirnar og góðu kulissurnar annars loysti tað seg at bíða eftir klimaksinum við spennandi tyrlumyndum og góðum tónleiki afturvið dramatikki.


Uttan at taka nakað frá nøkrum, so vóru nøvn sum Zacharias Hammer og Alvin Elleby á langa listanum yvir fólk, sum høvdu havt ein leiklut í filminum.

Ein fittur frískur filmur, sum hevði ein góðan boðskap, og vakrar myndir og er deiliga frískur við Erlingi og Jógvan politisti í Eessinum. Og ikki um at tala Trølla Ommuni.