Sands kommuna hevur sett sær fyri at seta eitt nýtt starv í kommununi. Talan er um eitt starv sum trivnaðar- og ferðavinnumennari.
- Nýggja tíðin krevur nógv av kommununum í løtuni, og nú vit nærkast Sandoyartunlinum við risafetum, síggja vit tað meiri neyðugt enn nakrantíð at marknaðarføra kommununa, bæði á ein og annan hátt.
Tað sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy og vísir á, at kommunan við hesum stigi vil verða proaktiv.
- Vit vilja vera frammi í skónum, sum vit kunnu rópa tað, og vit vilja verða við til at forma framtíðina okkum at frama.
Borgarstjórin sigur, at viðkomandi, sum verður settur í starv, eitt nú skal arbeiða við at lýsa fyrimunir, sum eru við at flyta til Sands, fyrimunir, sum kommunan hevur í ferðavinnuhøpi, skipa fyri og samskipa tey trivnaðartiltøk, sum kommunan skipar fyri og harvið leggja hesi í fasta legu.
- Trivnaðar-og ferðavinnumennarin skal passa heimasíðu og facebook-síðu hjá kommununi og siga frá teimum góðu søgunum, ið henda hvønn dag, men sum eftir okkara tykki fáa ov lítla rúmd í miðlunum.
Brandur Sandoy sigur, at hetta verður eitt spennandi starv, sum Sands kommuna vónar, at onkur ágrýtin og virkisfúsur persónur kundi hugsað sær.