Trivnaðurin øktur á Eiði við nýggja ítróttarhúsinum

(Rás2) Hoyr borgarstjóran í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini greiða frá nýggja ítróttarhúsinum í Hólmanum á Eiði

Klokkan 17 leygardagin spæla EB/Streymur og AB dyst í øðrum umfari í Betri Deildini hjá monnum.

 

Dysturin verður spældur í Hólmanum á Eiði. 

 

 

Klokkan 14 skipar Eiðis kommuna fyri hátíðarhaldi, tí tá verður nýggja ítróttarhúsið í Hólmanum tikið alment í nýtslu.

 

Ítróttar og bygdarhúsið í Hólmanum er miðskeiðis í bygdini beint við barnagarðin, sambýlið og kirkjuna. Talan er um eitt hús við alskyns hentleikum. Eitt stórt og framkomið venjingarhølið, fýra skiftingarrúm og eitt dómaraskiftingarrrúm, ein stór samkomuhøll við tilhoyrandi nýmótans køkið, hølið til ungdómin og skrivstova til ítróttin. Harafturat eru sitipláss til gott 300 áskoðarar undir taki.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Jógvan í Skorini, borgarstjóra í Eiðis kommunu.

 

Jógvan í Skorini greiðir frá, at nýggja ítróttar og bygdarhúsið í Hólmanum hevur økt nógv um trivnaðïn á Eiði. Fleiri borgarar hjá kommununi venja har, og húsið letur eisini upp fyri møguleikanum at hýsa nógvum ymiskum tiltøkum.

 

Borgarstjórin fegnast eisini um alla ta góðu umrøðu vøllurin í Hólmanum gevur Eiðis bygd kring allar Føroyar. Jógvan í Skorini hevur fingið nógv rós frá avbygdarfólki um tær góðu umstøðurnar, sum eru í Hólmanum. Borgarstjórin staðfestir øktan trivnað við tí nýggja ítróttar og bygdarhúsinum.