Skálavíkar kommuna man teljast millum tær kommunur, sum ikki minst undan jólum gera eina mest fyri sínar borgarar. Her fær hvørt einasta húski í bygdini - alt eftir støddini á húsarhaldinum - bæði dunnur og karamellur borið á dyrnar, ókeypis.
In.fo hevur spurt borgarstjóran, Linjohn Christiansen, hvør størsta hending í undanfarna ári hevur verið. Hann er skjótur at svara, at uttan iva var størsta hendingin hin 1. mai í fjør, tá abbadóttirin, Hansa Saloma, kom í verðina.
- Tað er einki ávíst, sum hevur plágað í undanfarna ári, og eg líti aftur á 2018 við takksemi, sigur Linjohn Christiansen.
Í meira enn 30 ár hevur hann siglt fyri Royal Greenland, og her endaði hann eisini á hægstu tindum, tá hann gjørdist nevndarlimur í felagnum. Umframt at hava siglt sum skipari í mong ár, hevur hann eisini sitið sum borgarstjóri øll árini síðan hin 1. januar 1989.
- Málini, sum eg í kommunalum høpi havi sett mær fyri 2019, eru at skapa góðan trivna við tí, sum bygdin hevur at bjóða, at geva vinnulívinum best hugsandi møguleikar - og at bjóða ferðavinnuni vælkomnari, sigur Linjohn Christiansen.